Levera vit til tín?
Lat aftur
 
Samlað ordra upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Um okkum

Ein fyritøka við royndum

Við royndum í góð 37 ár hava vit ment eitt fjølbroytt og gott úrval av merkjavørum. Vøruúrvalið broytist og mennist alsamt, og samstundis sum marknaðurin broytist, eins og eftirspurningurin frá kundum okkara, stremba vit altíð eftir at tillaga okkara vøruútboð. Vit hava eina vøruskrá, sum telur áleið 3.000 vørur. Vit leggja okkum eftir at hava eitt stórt og fjølbroytt vøruúrval, álítandi vøruútflýggjan og dugnalig starvsfólk. Harumframt verður nógv gjørt við at hava eyguni eftir øllum vørum, so góðskueftirlitið altíð er tryggjað.

PE fór undir virksemið í Stoffalág í 1983, har vit høvdu matvøruhandil  framm til 2004, í 2004 flutti vit til størri hølir uppiá Heykavegnum, har vit hava matvøruhandil enn.

Í dag hava vit 5 matvøruhandlar í samtakinum, og nú í 2020 hava vit eisini opna okkara fyrsta nethandilin, sum er fyrsti net matvøruhandilin sum kann veita vørur runt alt Føroyar.