Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Goymsla | Prísur v/MVG |
---|
Keypstreytir
Bílegging og levering
Ordrin verður avgreiddur innan 24 tímar frá mánadag til fríggjadag. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú PE at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki PE ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Nærri upplýsingar um trygdina kunnu lesast her.
Prísir
Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Gjaldstreytir
Gjald fyri vørurnar kann gerast við:
1. Visa/Dankort, Mastercard, Visa Electron
2. Skuldskrivast á góðkenda konto hjá PE.
Flutningstreytir
Vit pakka tínar vørur ókeypis. Kostnaðurin fyri útkoyringina er 75 kr.
Trygd/umbýting
Fyri kølivørur er eingin umbýtingarrættur. Allar aðrar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Um so er at vøran skal umbýtast við aðra vøru, skal hetta gerast innan 14 dagar eftir at PE hevur sent vøruna.