Levera vit til tín?
Lat aftur
0
Samlað ordra upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Luxsus Ostaburgari

 

Til 4 persónar

Tilfar:

Soleiðis gert tú:

Sker piparfrukt og reyðleyk í 5 mm skivar.

Kroyst hakki búffarnar so teir blíva uml. 5 mm í tjúkt.

Sker spískál í tunnar strimlar.

Smelta smør í eini grýtu. Koyr mjøl í smørið tá ið tað kókar, og píska væl saman. Koyr mjólkina í grýtuna, og píska væl saman. Tak grýtuna av hitanum, koyr ostin og okkurt krydd av egnum ynski í, og rør alt væl saman til eina javnan osta sós.

Steik reyðleyk og piparfrukt í oljuni, á eini pannu.

Tak reyðleykin og piparfruktina av pannuni, og koyr búffarnar á. Teir skullu steikjast í Ca. 1-2 min. á hvørjari síðu og krydda teir væl.

Tak búffarnar av pannuni, og rista innaru síðurnar av bollinum til teir eru gýltir.

So samla tú burgaran:

Smyr báðar síður av bollunum við dressinginum.

So koyrir tú spískál á niðaru helvt av bollanum. Búffarnar omaná spískálið. Osta sós omaná búffarnar. Reyðleyk og piparfrukt omaná ostin. Ovaru helvt av bollanum, omaná reyðleykin og piparfruktina.

*chili cheese passar sera væl afturvið. 😊 Vælgagnist !

-     

Framleitt av:

Martin Dalsgarð

Kokkur